Byrja nú at byggja lívfiskastøð í Skálavík

Maskinurnar, sum skulu brúkast til at gera økið byggivúgvið, komu til bygdina í gjár, og fyrst í næstu viku byrjar jørðarbeiðið.

Nú verður fyrsti spakin settur í fyri lívfiskastøðini í Skálavík.

Maskinurnar, sum skulu brúkast til at gera økið byggivúgvið, komu til bygdina í gjár, og fyrst í næstu viku byrjar jørðarbeiðið.

Tað skrivar KVF.fo í dag ( sunnudag kl. 18.00 ) 

Økið, har lívfiskastøðin skal byggjast, er umleið 20.000 fermetrar stórt, og tað fer væntandi at taka útivið eitt hálvt ár at gera tað byggibúgvið.

Tað sigur Regin Jacobsen, stjóri hjá Bakkafrosti.

- Ætlanin er, at byggiarbeiðið skal byrja í oktober, og í summar verður tað arbeiðið boðið út, sigur Regin Jacobsen.

Lívfiskastøðin hjá Bakkafrosti í Skálavík skal byggjast í fleiri stigum, sigur stjórin.

Fyrsta byggistigið verður liðugt um gott og væl tvey ár, og væntandi verða øll byggistigini liðug um umleið seks ár.

Tað hevur drigið út at byrja uppá arbeiðið. Yvirfriðingarnevndin kom upp í málið, og segði, at lívfiskastøðin í Skálavík skemmaði umhvørvið.

Tillagingar vórðu gjørdar í verkætlanini, og 11. februar gav Yvirfriðingarnevndin endaligt byggiloyvi til Bakkafrost at byggja lívfiskastøðina.

Nýggja lívfiskastøðin fer eftir ætlan at veita rogn til alt virksemið hjá Bakkafrosti í Føroyum, og part av virkseminum í Skotlandi, tá støðin er liðug.

Tað fara at starvast 20 - 25 fólk á lívfiskastøðini í Skálavík, tá øll byggistigini eru liðug, sigur Regin Jacobsen.

 http://kvf.fo/greinar/2021/03/21/byrja-nu-byggja-livfiskastod-i-skalavik