Dró út – nú er klárt

Skálavíkar kommuna bjóðaði herfyri eitt 3.730 stórt grundøki út til íbúðarbygging. Tey áhugaðu skuldu koma við uppskoti um, hvussu uppskot teirra til bygging skuldi skipast og hvat slag av íbúðum talan var um.

Freistin at lata inn boð inn til kommununa var á middegi týsdagin hin 16. november 2021. Tíðin er sostatt farin.

Fleiri enn eitt boð komu inn

Í kommununi hava tey gjøgnumgingið og mett um uppskotini og meta, at felagið Mark Skálavík eigur besta uppskotið. Felagið ætlar at byggja tíggu leiguíbúðir á nevnda lendið.

Borgarstjórin í Skálavíkar kommunu, Linjohn Christiansen, sigur, at uppskotið er stílreint, bygningurin fellur væl inn í lendið og skemmir á ongan hátt umhvørvið.

Íbúðarbygningurin er í einari hædd, og tí kemur hann ikki at órógva – hvørki í hædd ella í bygdarlagnum sum heild.  

Mest sum klárt at fara at byggja
Borgarstjórin sigur, at nú fara Skálavíkar kommuna og felagið Mark Skálavík undir fyrireikingina at fáa sáttmála í lag og undirskrivaðan. Mett verður ikki, at tað fer ikki at taka langa tíð. 

Lendið er so at siga klárt, so mett verður at byggingin kann fáast frá hondini sum skjótast, sigur Linjohn Christiansen.

Hetta tók alt ov langa tíð við myndugleikakrøvum, men nú er komið á mál, sigur ein heldur bráur borgarstjóri.

Viðheftar eru nakrar myndir, sum vísa, hvussu felagið Mark Skálavík ætlar at nýta lendið til sína íbúðarbygging. TRYST HER https://www.mark.fo/kopi-af-undir-kongavar%C3%B0a