Grundøki í Skálavík til sølu til íbúðarbygging

Skálavíkar kommuna lýsir við hesum matr. nr. 38c, Skálavík, til sølu til íbúðarbygging.

 

Talan er um grundøki, 3.730m2 til víddar, sum liggur í bústaðarøki í byggisamtyktini. Staðsetingin sæst á almennum korti yvir bygdina á www.skalavik.fo

 

Prísurin fyri ognina er kr. 85,- fyri fermeturin.

 

Tað er upp til tey bjóðandi at koma við uppskoti um, hvussu byggingin verður skipað, og hvat slag av íbúðum verða bygdar. 

 

Tá rætta loysnin er funnin, verður gjørdur keypssáttmáli um ognina.

 

Fyri útboðið er kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000 um alment útboð av kommunalari fastogn galdandi. Hetta merkir m.a., at Skálavíkar kommuna ikki hevur skyldu at taka av nøkrum boði.

 

Fyrispurningar viðvíkjandi ognini og sølutreytunum kunnu sendast til Skálavíkar kommunu, att. Linjohn Christiansen, borgarstjóra, Gerðisvegur 13, 220 Skálvavík, telefon: 225062, og teldupost: linjohn@skalavik.fo 

 

Tilboð um keyp skulu vera skrivlig. Saman við boðnum skal sendast váttan frá peningastovni, at tann ið bjóðar, hevur fígging tøka.

 

Freistin at lata inn boð er týsdagin tann 16. november 2021, kl. 12.00.

 

Innkomin tilboð eru í trúnaði, til ognin er seld.