Skálavík er í skjótari menning

Skálavík er í skjótari menning – tað gongur sjón fyri søgn. Nýggi skúlin ”Brúgvin”, har Hotel Skálavík helt til fyrr, er fullsettur og fólk standa á bíðilista. 

Fyri kortum frættu vit, at eitt felag er í gongd við at gera 10 - 12 íbúðir í bygdini og fyrstu stigini at byggja lívfiskastøðina hjá Bakkafrost eru tikin. Á økinum við lívfiskastøðina arbeiða fimm gravimaskinur og onnur amboð.

Við sethúsaøkið ”Uttaragerði” standa tvær gravimaskinur, har grivið verður fyri einum nýggjum sethúsum. Øll stykkini á ”Uttaragerði” eru seld.

Niðri á Mølini hava tey stórar ætlanir fyri ferðavinnuna. Har eru eigararnir í holt við eina ferðamannalon, har eini 10 íbúðarlíknandi frítíðarbýli kunnu leigast, hvørt sær, tá ið liðugt er. Har eru gongd, wc, køkur og stova. 

Longri uppi, beint við Undirhúsið, svingar enn ein gravimaskina við grabbanum. Har verða eisini gjørdar fyrireikingar til eitt kampingpláss til einar 20 -22 kampingvognar. Hitapottar verða settir upp, eins og eitt hugnaligt økið verður gjørt samstundis.

Tá ið ein kemur til Skálavíkar ella fer úr Skálavík, so er eisini stórt arbeiði í gongd. Har eru fleiri gravimaskinur í gongd við at taka eitt stórt sving burtur. Svingið skal beinkast, nú grót fæst úr sandoyartunlinum.

Vatn kemur aftur, har vatn hevur verið. Nógv fólk standa á bíðilista at fáa grundstykki til sethús og fleiri bíða eftir grundstykki til summarhús.

 At nógvar milliónir verða brúktar til at menna bygdina, tað sást týðiliga mikudagin í hesi vikuni, tá hesar myndirnar vórðu tiknar.

Eygleiðari í Skálavík mikudagin