So settu teir hol á

Nú er av álvara gongd komin á útgravingina fyri lívfiskastøðini í Skálavík.

Tvær stórar gravimaskinur og lastbilar koyra nú burtur mold og fylla upp við gróti, har nýggja lívfiskastøðin hjá Bakkafrost er staðsett. 

Maskinurnar, sum skuldu brúkast komu til bygdina í seianstu viku.  Nú býrjar jørðarbeiðið.

Økið, har lívfiskastøðin skal byggjast, er umleið 20.000 fermetrar stórt, og tað fer væntandi at taka útivið eitt hálvt ár at gera tað byggibúgvið.

- Ætlanin er, at byggiarbeiðið skal byrja í oktober, og í summar verður tað arbeiðið boðið út, sigur Regin Jacobsen.

Tað hevur drigið út, at byrja uppá arbeiðið. Yvirfriðingarnevndin kom upp í málið, men tað er avgreitt nú.

Tillagingar vórðu gjørdar í verkætlanini, og 11. februar gav Yvirfriðingarnevndin endaligt byggiloyvi til Bakkafrost at byggja lívfiskastøðina.

Tað fara at starvast 20 - 25 fólk á lívfiskastøðini í Skálavík, tá øll byggistigini eru liðug, segði Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost herfyri.