Sløkkilið
Sløkkiliðini á Sandoynni
Skopun
Skopunar kommuna hevur eitt sløkkilið, sum er á vakt alt samdøgrið alt árið. Hevur tú tørv á sløkkiliðnum, skal tú ringja 112.
Jákup Eli Joensen er brandleiðari.
Sandur
Sands Sløkkilið heldur til Úti í Støð 1. Fimtan mans manna sløkkiliðið, sum hevur vælútgjørdan bil. Brandmeistari er Christian Jóhan Joensen tlf. 211933.
Tá boðað verður frá eldsbruna ella aðrari neyðstøðu, sum krevur hjálp frá sløkkiliðnum, eigur fólk at venda sær til alarmsentralin og ringja 112.
Skálavík
Lokalt sløkkilið er í Skálavík. Hevur tú tørv á sløkkiliðnum skal tú ringja 112.
Palli Olsen er bruna umsjónarmaður tlf. 219221 12 mans eru í sløkkiliðnum í Skálavík og hjálpa teir til um hjálp er fyri neyðini tá ódnir viðm. herja.
Húsavík
Símun Hannus Johannesen er brunaumsjónarmaður. Tlf. 212404.
Tá boðað verður frá eldsbruna ella aðrari neyðstøðu, sum krevur hjálp frá sløkkiliðnum, eigur fólk at venda sær til alarmsentralin og ringja 112.