Føst tiltøk

Afturvendandi tiltøk í bygdini:
Felags jólahald er í bygdini á hvørjum ári, tá jólatrøini verða tendrað.
Bygdin heldur føstulávint saman við tunnusláing fyri øll. Tunnur eru bæði til menn og kvinnur, stór sum smá.
Bygdin heldur eisini nýggjár saman við báli og fýrverki.
Missiónsvika er á hvørjum ári í november – tað er Missiónshúsið, sum skipar fyri.

Annars verður skipað fyri m.ø. gongutúrum, og kirkjan, ungmannahúsið Keldan og hotell Skálavík eru karmar um onnur tiltøk.

Sandoyar Kunningarstova skipar fyri og kunnar um tiltøk. Www.visitsandoy.fo

Missiónshúsið í Skálavík á Facebook